Skjótt kemur Jesus, hvørt eyga Hann sær

Orð: A. Habersohn
Lag: R. Harkness
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: :,:Oh, what a change,:,: when I shall see His wonderful face!

1. Skjótt kemur Jesus, hvørt eyga Hann sær,
lívssæla vón, at tann dagur er nær!
Tá skal eg skoða Hans andlitis ljós,
tað sum er einasta mál mítt og kós.

Niðurlag: :,:Alt broytist tá,:,:
tá eg skal sjá Hans andlitis ljós!
:,:Alt broytist tá,:,:
framtíð mín har gerst ljós.

2. Sólrenning sæl, ja, alt tá verður nýtt,
náttin til klárasta dag er umbýtt;
logn eftir stormin, frið sálini í,
fagnaðarsong eftir táranna tíð.

3. Kraft eftir veikleika gevur Hann víst,
miseydnað vón broytt til sigur til síðst;
sorg vend til gleði, til hvíldina brúgv,
áskoðan sæl eftir ferðing í trúgv.

FavoriteLoadingGoym tekstin