Skjótt kemur Jesus í rivnum skýggjum

Orð: Ókendur
Lag: So ísakøld ýlir norðanættin

1. Skjótt kemur Jesus í rivnum skýggjum,
øll síggja skulu Hann sum Hann er!
Tá alt hitt falna Hann endurreisir,
í dýrdarlikami heim tað ber.
Sig, hvussu verður um heimin víða,
tá Brúðarskarin her horvin er?
Frá Himlinum eingin aftur vendir,
tann, sum har náddi, har ævigt er.

2. Tann dagur verður ei øðrum líkur,
tá sæst hvønn verðin fekk í sítt garn.
So mong ein mamma sítt barn tá saknar
og sáran grætur: ’Mítt kæra barn,
teg aldri meir skal eg hoyra biðja
til Guð, sum hevur tey smáu kær!’
Tá saknast mangur við døgurðaborðið,
ein aldri meir tey at síggja fær!

3. Í biografum og dansihølum
ein spyr seg sjálvan: Sig, hvat er hent?
Og vertshúsgestir sum negldir sita,
tí teir at hesum jú høvdu flent!
Í kirkjum og í samkomuhúsum
ein hoyra kann tá eitt dapurt lag:
‘Á, er tað satt, sig, er Jesus komin?
Vit meintu, vit sluppu við tann dag’!

4. Forfærd tey streingja á flógvar elstar,
sum einans hava gudsóttans brá:
‘Hví lærdu tit okkum hjartaleysir,
at aldri meir ein kann falla frá?
‘Einaferð frelst – altíð frelst!’ tit lærdu,
men hetta er jú ein táta bert!
Tit aldri søgdu, at um ei olju
vit høvdu, var hetta einki vert!

5. Og onnur leita til kragaprestin
í síni angist og sálarneyð;
tey alt sítt lív høvdu litið á tað,
hann hevði villandi sagt við tey,
at synd tín hvørvur við altarborðið,
at barnaástøkking frelsu gav!
Hitt tronga portrið hann aldri nevndi
og aldri glatanar djúpa hav!

6. Nei, eingin samkoma, eingin kirkja
ei mannalæra teg frelsa kann;
um tú títt lív hevur bygt á hetta,
tær nyttuleyst Jesu blóð tá rann.
Er blóðið ei smurt á hjartadyrnar,
í dópsins grøv ei hitt gamla lagt,
av blóði, vatni og Anda føddur,
tá kann ei frelsa teg nøkur makt!

7. O, kæra sál, hoyr, nú Jesus spyr teg:
Sig, eigur tú hina sælu trúgv?
Hvat skalt tú svara, um tú ei vágar
við heimin kvetta av hvørja brúgv?
Á, kæra sál, hoyr, tín djúpi longsul,
bert stillast kann her við Jesu favn,
har kanst tú koma við sorg og pínu,
tí frelsa finst bert í Jesu Navn’.

FavoriteLoadingGoym tekstin