Skjótt kemur Jesus skýnum í

Orð: M.C. Restorff
Lag: Bill Backer, Billy Davis, Roger Cook og Roger Greenaway
Niðurlag: M.C. Restorff

1. Skjótt kemur Jesus skýnum í
og tekur síni heim
úr vesaldómi, trongd og neyð,
til gleði, song og gleim.

Niðurlag: Tú kanst vera við,
Jesus býður tær grið,
loysnarstundin er nær,
kom tí, skunda tær.

2. Um trónu hans eitt kór so stórt
skal syngja takkarsong,
ótaldar røddir lova hátt,
høgt meta konga Kong.

3. Í lívsins bók navn teirra er,
tí syngja tey so glað,
og tøkkin – halleluja –
tónar hátt á hvørjum stað.

4. Og hugsa tær, vit longu nú
um Jesus sungu øll,
at ljómin fylti hjørtuni,
gav ekkó millum fjøll.

FavoriteLoadingGoym tekstin