Skjótt nátt er av, nú fyri degi lýsir

Orð: Ókendur
Lag: “Det gryr mot dag”
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í september 2003.

1. Skjótt nátt er av, nú fyri degi lýsir,
ein ævig gleði bíðar brúður Jesu Krists;
ein dýrdarríkur morgun uttan skíggj skjótt rísur,
vit eru heima hjá Guði vist.

Niðurlag: Ja, loysnardagurin skjótt skal rísa,
nú tíðin sýnir at Hann er nær.
Í allar ævir vit Guði prísa,
og ævigt fagna skulu Jesusi har.

2. Skjótt nátt er av, lít upp tú frelsti skari,
brátt bleiktrar morgunglæman bjørt á himni hátt.
Tá Jesus kemur, heim við skaranum eg fari,
frá jørð meg heintar úr myrku nátt.

3. Skjótt nátt er av, til sigur Guð vil leiða,
sum Hann av náði gevur hvørjum tí sum trýr;
tá uppfylt verður dýra vónin sum vit eiga,
í ævir verða har Jesus býr.

4. Skjótt nátt er av, vit skulu opinberast
í skýnum møta Honum endurloyst í dýrd;
Guð hevur lovað, at vit skulu dýrdargerast
á degi Lambsins í sælu skírd.

FavoriteLoadingGoym tekstin