Skjótt renna skal burtur tær lívsæviskeiðið

Orð: Óli Reinert
Lag: Leivur Guttesen

1. Skjótt renna skal burtur tær lívsæviskeiðið;
gev javnlíkum gætur, ið brádliga doyðu!
Her snøggliga fáa vit mannabørn enda –
væl goymd, tá vit aftur í moldina venda!

2. Nú kanska tín lívsdagur brátt er út runnin,
og tú kanst ei takka, at frelsan er vunnin,
hvønn dag nærkast grøvin, og dagur tín lækkar;
hvør veit, nær hitt seinasta fetið tú traðkar!

3. Her lívið er stutt, sum ein roykur, ið hvørvur,
ger ferðina skjóta sum flúgvandi ørvur;
tað onga tíð ov skjótt er Jesus at finna;
hjá honum tú frelsu í ævir skalt vinna.

4. Við Harranum Jesusi eri eg deyður,
tá eg sá í trúnni, blóðstreymurin reyður
av krossinum rann her á foldina niður;
tað var fyri meg, og tí er hann mín friður.

5. Upp risin av deyða við honum eg eri,
og aftur til deyða eg dømdur ei verði;
við honum eg livi í aldur og ævir,
tí hann fyri lívi og dóminum ræður.

FavoriteLoadingGoym tekstin