Skjótt rennur tíðarinnar skeið

Orð: Thoro Harris
Lag: Liliuokalani
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: He’s coming soon

1. Skjótt rennur tíðarinnar skeið,
ein signað vón meg gleðir her,
hvør ljós hon lýsir mær á leið,
at koma Frelsarans so nær nú er.

Niðurlag: Hann kemur skjótt,
áh, ja, hann kemur skjótt.
Við gleði vit hans komu her nú vænta.
Um tað er morgun, dagur ella nátt,
vit vita, Jesus kemur skjótt.

2. Tey, sum í Kristi doyðu her,
upp reist tey skulu standa tá.
Á skýggjum koma hans skjótt er,
hann skal taka síni upp her foldum frá.

FavoriteLoadingGoym tekstin