Skjótt skal Jesus koma skýggjum á

Orð: Vivianne Mårtensson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Skjótt skal Jesus koma skýggjum á,
Frelsaran, mín Brúðgóm, skal eg sjá,
heintar meg, sum á Hann havi trúð,
latin í Guðs Lambsins brúðarskrúð.

Niðurlag: Halleluja, skjótt er Jesus her,
skjótt ímót tí degi nú tað ber.
O, mær leingist heim frá stríðsins strond,
heim til Dýrdarinnar ljósu lond.

2. Krossins leið so mangan mjá gerst her,
knortlut, brøtt og trong hon tíðum er;
men, eg veit, at heim hon leiðir meg,
hagar, Jesus slóðað hevur veg.

3. Ei við deildum huga nakar kann
halda seg til stóra Meistaran,
nei, tú bera má hin kross, tú fekk,
ganga vegin Jesus sjálvur gekk.

4. Bert av náði kann eg vera við
stríða við Guðs fólki lið um lið
bjarga sálum út úr Satans hond,
áðrenn Guð skal døma heimsins lond.

5. Á, mín vinur, um tú skilti tað,
at mót glatan leið tín ber avstað!
Enn í Jesu sárum frelsa er,
prís til Guð, enn Portrið opið er.

FavoriteLoadingGoym tekstin