Skjótt skal ljós av himli skyggja

Orð: Thomas B. Barratt
Lag: T.B. Barratt
Týtt: Victor Danielsen

1. Skjótt skal ljós av himli skyggja,
kongur vár í dýrd tá sæst;
hann við einglaskarum kemur,
tekur síni heim við hast.

Niðurlag:
Berið boð á vegamótum,
skjótir – tíðin nær jú er!
Ja, skjótt rivna skýggj á himli,
Jesus sjálvur kemur her!

2. Virka, breið hin glaða boðskap,
grøð tey sjúku, kvikur far!
Vilt fortapt tú síggja bjargað,
ver tá skjótur – hann er nær!

3. Dagar renna, stundin nærkast,
Himmalkongur er brátt her;
tekin skillig hvønn dag síggjast –
troyst tað Harrans frelstu ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin