Skjótt slitnar silvurstrongur mín

Orð: Fanny Crosby
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Zacharias Zachariassen (ørindini) og Halldór Olafsson (niðurlagið)
Upprunaheiti: Saved by grace

1. Skjótt slitnar silvurstrongur mín,
og her mín songur tagna skal.
Meg Harrin tekur upp til sín,
meg ber í kongsins høga sal.

Niðurlag: Tá skal eg, Jesus, síggja teg,
tú, sum av náði frelsti meg.
Tá skal eg, Jesus, síggja teg,
tú, sum av náði frelsti meg.

2. Skjótt hoknar veika tjaldbúð mín,
eg veit ei nær – tó veit eg eitt:
Tann Loysnari, meg dró til sín,
mær stað í Himli hevur reitt.

3. Skjótt gylta sól til viðar fer,
í vesturroða søkka skal.
Tá sigur Harrin: „Væl nú er!“
Meg tekur heim, áh, hvíld so sæl!

4. Skjótt – men eg bíði inntil tá,
og lampa mín má lýsa skær –
eg skal við frøi Jesus sjá
við portrið taka móti mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin