Skjótt tímaglasið tømist

Orð: Anne Ross Cousin
Lag: Chrétien Urhan
Týtt: Victor Danielsen

1. Skjótt tímaglasið tømist,
skjótt sál mín endan sær;
tann stund, mær longdist eftir,
nú er, nú er hon nær!
Myrk, myrk var náttarstundin,
men nú mót degi ber,
og lívið, lívið blómar,
har sum Jesus er.

2. Áh, Kristus, tú ert keldan,
har sál mín lívgað var!
Á foldum drakk eg dropar –
hvør fylling uppi har!
Tann kærleiki, tann miskunn,
eg smakkað havi her,
sum havið vítt skal flóta,
har sum Jesus er.

3. Av miskunn og av dómi
mítt lívsvav vovið varð,
og enntá sorgardøggin
mær boð um kærleik bar;
eg signa skal tað hjarta,
ta hond, meg leiddi her,
í dýrd, har lívið blómar,
har sum Jesus er.

4. Ein brúður sær ei stásið,
men vin sín, eina hann;
so skal eg skoða Kongin,
ei lønina, eg vann,
ja, meir enn lívsins krúnu
ta hond, ið merkið ber –
tí Lambið er øll dýrdin,
har sum Jesus er.

5. Eg stríddi fram mót Himli,
eg streym og stormar vann;
sum troytti ferðamaður,
ið styðjar seg á hann,
nú tímaglasið tømist,
og náttin dimmist her,
eg heilsi lívsins ljósi,
har sum Jesus er.

FavoriteLoadingGoym tekstin