Skjótt vár ferð at enda er her í hesi verð

Orð: Inez Wallenberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Skjótt vár ferð at enda er her í hesi verð,
vit til Himmals flyta heim – Jesu Orð tað er –
um ei deyðin okkum nær; Jesus skjótt er her
heintar okkum til Sín heim, undurfult tað er.

Niðurlag: Tonk, tá ætt og vinir møta okkum har
á teim gyltu strondum, har ei deyðin nær,
endurloystir prísa Guði, Lambinum;
sorgin svann,
sól upprann
har í Himlinum.

2. Systkin kær og dýrabar undan fóru heim,
hvíla nú har stríð er av, skjótt vit møta teim;
har hvørt tár skal turkast av, sorg og neyð er av,
ævinleikans morgunsól glæsir yvir hav!

3. Er tín sál ei tváað rein Jesu blóði í,
boygg teg, sál, við Golgata meðan enn er tíð!
Skjótt Basúnin ljóða skal, er tín avgerð røtt?
– Lurta, Kristi Brúður, hoyr: Jesus kemur skjótt!

FavoriteLoadingGoym tekstin
S |