Skjótt vit endan á lívsvegnum náa

Flóvin Tyril
Orð og lag: Albert Edward Brumley
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: If we never meet again

1. Skjótt vit endan á lívsvegnum náa,
og vit síggjast kanska aldri meir her,
til vit hittast í dýrdini heima,
í tí sælu og himmalsku verð.

Niðurlag: Skulu ei vit hittast aftur hesumegin,
sum vit stríðast gjøgnum heimin hvør sær,
hinumegin vit so aftur skulu hittast,
við ta glitrandi lívsánna har,
har sum yndisrósur ævigt blóma,
og har aldri aftur slítast bond.
Skulu ei vit síggjast aftur hesumegin,
hittast vit á tí himmalsku strond.

2. Vit so mangan við sorg mugu skiljast,
tó vit lívgast, tá ið troystin er góð,
men í Himli vit ei skulu syrgja,
og vit hittast har einaferð fró.

3. Og við ánna vit skjótt skulu hittast,
har ei stormskýggj loftið dimma sum her –
og í Himlinum gleðin er ævig,
har, sum dýrdleikin av øllum ber.