Skora eitt og tvey

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Teir svørtu reyðu renna inn á vøll,
rópini tey ljóða hart og hvøll,
renna teir um kapp hoyrast viðhaldsklapp,
inn um verjuna nú HB slapp.
Skora eitt og tvey ella sjey,
rópar fjøldin svørt og reyð,
skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
ynskir fjøldin svørt og reyð.

Dreymaliðið driblar skjótt við ferð,
móti sigri tað nú aftur ber,
tá teir skjóta mál hoyrist geyl og skrál,
hava aftur gjørt eitt rimmar hál.
Skora eitt og tvey ella sjey,
rópar fjøldin svørt og reyð,
skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
ynskir fjøldin svørt og reyð.

Verjan stinn, hon stingur sum ein nál,
verjir borg og er so sterk sum stál.
Álop skorar skjótt, teir skora væl og trygt,
HB-spælið frálíkt, tað er kvikt.
Skora eitt og tvey ella sjey,
rópar fjøldin svørt og reyð,
skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
ynskir fjøldin svørt og reyð.

Við fleiri málum sigur sligin fast,
til Havnar fara allir nú við hast.
HB-svørðið hvast á úrslitið tað sæst,
sigursvón hjá mótparti hon brast.
Skora eitt og tvey ella sjey,
rópar fjøldin svørt og reyð,
skora eitt og tvey, kanska skora sjey,
ynskir fjøldin svørt og reyð.

FavoriteLoadingGoym tekstin