Skrellimaðurin

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og Lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Eg spáki mær ígjøgnum miðbýin og njóti morgunfriðin.
Og snoddi inntil bakaran.
Er tað soleiðis lívið skal verða?
Leiðin gongur oman til skúrarnar, har gummistivlarnir standa,
Og trillubørurnar danda.
Har sum kustarnir fáa frískan anda.

Kanska eri eg eitt sindur destruktivur,
Tí eg skeri meg sjálvan í armin.
Og eg fleygi mær, til eg bløði.
Eg eri ein kommunumaður, so kanska er tað ikki so løgið.

Hygga hasin snedigi maðurin í appilsingulu draktini.
Hann sær ræðuligur út.
Er tað soleiðis, tú ætlar at enda?
Hann er skommin fyri familjuna, sum eingin vil kennast við.
Hann er eitt forferdiligt kloddafyl.
Ja, er tað soleiðis, tú ætlar at enda?

Kanska dáma tey meg ikki sum kommunumann.
Eg burdi kanska heldur sagt upp.
Hesir tankarnir fylla meg við møði.
Eg eri ein kommunumaður, so kanska er tað ikki so løgið.

Hygga skrellimaðurin, hvar hann kemur.
Tey siga, at hann dugir gand.
Og er ein yvirnatúrligur skapningur.
Hansara vitan um okkum onnur,
ræðir teg og meg.
Latið okkum sleppa okkum av við hann.
Blaka onkur hann út hiðani frá.

Lívið hjá mær handlar um kloakkina,
har ves-pappírini venda.
Tá hetta fær ein enda, tá skal okkurt henda.

Kanska vakni eg aftur sum ein brandmaður,
har onkur av tykkum liggur lammaður.
Kanska eri eg ikki ein fragd fyri eygað.
Eg eri ein kommunumaður, sum gleðir seg til sín deyða.

FavoriteLoadingGoym tekstin