Skriftunnar Jesus kom inn í mítt hjarta

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Skriftunnar Jesus kom inn í mítt hjarta,
tók á Seg ófrið mín, sum á meg gekk;
:,:villigur tók Hann á Seg mínar kvalir,
tá Hann á krosstrænum bløðandi hekk.:,:

2. Skriftunnar Jesus í Orðinum býður:
Doypast tú mást, ja, heilt undir, Hann vil!
:,:Og eg fekk sanna hvat ið hetta týðir:
Grivin í dropum tað ber ikki til!:,:

3. Skriftunnar Jesus í Anda meg doypti,
so eg í tungum nú prísa kann Guð’.
:,:Hann í Sín heilaga kyrtil meg klæddi,
og gjøgnum trúnna Hann loysti meg út.:,:

4. Skriftunnar Jesus í skýnum skjótt kemur,
heintar frá jørð tey sum fylgja Sær her!
:,:Síggja vit skulu hitt æviga summar
Skriftunnar Jesus, júst so sum Hann er!:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin