Skuggagestir

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Farnar røddir, horvin ljóð
vitja meg í nátt.
Gloymdar myndir sníkja seg
inn um mína gátt.

Vak meg ikki, ver varin nú,
– bíða eitt lítið bil.
Farnar røddir, horvin ljóð
vitja meg í nátt.

Skuggagestir, skuggabørn
dansa fyri mær.
Men í mínum dreymum eg
dansi bert við tær.

Vak meg ikki, ver varin nú,
– bíða eitt lítið bil.
Farnar røddir, horvin ljóð
vitja meg í nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin