Skuggar leingjast, dagur líður

Orð: Petur William Háberg (2-4. ørindi) og ókendur (1. ørindi)
Lag: Jens Guttesen
Týtt: Victor Danielsen (1. ørindi)

1. Skuggar leingjast, dagur líður,
langt á mál nú ikki er;
linkar brátt nú streymur stríður,
sólin skjótt til viðar fer.
Tá úr myrkrinum tí tætta
stígur ljósið ævigt hátt;
dimmi deyðans tá skal lætta,
aldri aftur verður nátt.

2. Dýra, fagra morgunlandið
sálin tá við gleði sær,
slitnar tá hitt síðsta bandið,
eingin kleppur verður har.
Sáligt verður tað at skoða
staðin har við lívsins á,
torn og tøk í ljósi loga,
songur ljómar skarum frá.

3. Og ein kemur mær ímóti,
eins og sólin skínur hann,
sár í hond og sár í fóti:
Jesus – sum so dýrt meg vann.
Sálig vera vil tann stundin,
størri enn eg skilji nú;
men mær leingist til tann fundin,
ævigt har at festa bú!

4. Lat so skuggarnar bert leingjast,
lat bert dagin líða her,
lat meg bert í mótgongd treingjast –
bert eitt lítið bil tað er.
So er eingin skuggi longur,
aldri dagur aftna skal
heima har, sum hann er kongur,
sálin livir ævigt væl!

FavoriteLoadingGoym tekstin