Skuggatám

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Tá ið fjáltur er á sálum
og eitt duldarljóð so hvølt.
Er tú tá eitt skuggatám.
Tá ið hurðar latast aftur
kenslan rystir í tín heim
er tað tá títt kensluspæl.

Yvir heimin streymar luftin
gevur mátt í hvørja gøgn.
Tó er tú eitt skuggatám.
Inn hon kemur ”er tú Eros”
kendur máttur kemur frámm
er tað tá títt lagnuspæl.

Niðurlag

Tað var tú ið søkti vandan
var á myrkurs dreymaferð
trælur tín í hafti handa
sá ei lysing fyri stavn

Verða varðar tínir vardir
her í verðøld trúgv tí ei.
Tú er bert eitt skuggatám.
Hvat í eftirtíðin metir
tú kanst neyvan líta á
men í kvøld er alt so fjalt.

FavoriteLoadingGoym tekstin