Skúlin

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Í dag var aftur sól
Hygg har fer lítli Pól
Flennandi og rennandi veitrar sigur hey
Skúlin er spennandi tá ið tú ert sjey

Tað regnar í morgun
Hygg har fer Torgunn
Fjasandi og vasandi so hugagóð avstað
Er fimti flokkur strævin
So er mangan stuttligt ja

Ein tíð við nógvum kulda
Hygg har fer Hulda
Droymandi og sveimandi fer hon húsum frá
Lívið er mangt annað enn tað í áttinda

Ein kaldur langur vetur
Hygg har fer Petur
Huffandi og suffandi til ein tíma fer
Hann keðir seg men gleðir seg
Til skúlin liðugur er

FavoriteLoadingGoym tekstin