Skulu ein dag har vit hittast

Orð og lag: Albert Edward Brumley
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: I’ll meet you in the morning

1. Skulu ein dag har vit hittast
á tí skínandi strond,
tá hin æviga sól rísa man.
Eingin sorg tá verður longur,
har ei binda teg bond,
og har deyðin ei náa tær kann.

Niðurlag: Skalt tú á hesum morgni
vera vælkomin har?
Verður gleði, tá tú møtir
hinum Harra, hann sum synd tína bar?
Bert tann, sum her í trúnni
á Guds son, frelstur varð,
verður við í hesum skara.
Áh, mín vinur, sig, verður tú har?

2. Skulu ein dag har vit hittast,
tá basún ljóða skal,
og sítt fólk Harrin taka skal heim,
inn í staðin, sum við perlum
og við gull skrýddur er,
vinur, skalt tú tá fylgjast við teim?