Skvatlar, mutlar, teskar, tutlar

Orð: Louis Zachariassen
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Skvatlar, mutlar,
teskar, tutlar
enn sum áður tú á tíni leið!
Oman millum garða
hoyrdi eg teg fara,
tá ið sólin seig.

2. Rura, rugga
mær til ugga!
Veit mær frið og blíðan náttarblund!
Lat so hug mín sveima,
nú eg eri heima,
vítt um líð og lund!

3. Vagga, danda!
Blómur randa
leiðir langar undan fjallaegg.
Væt tú vatn í sárið,
tað, sum kalda várið
skar á blómulegg!

4. Rura, rugga
mær til ugga!
Ber meg burt í søgn og ævintýr,
inn á grønar grundir,
inn í vættra lundir,
har sum álvan býr!

FavoriteLoadingGoym tekstin