Skyggir um sólbjørt skørð

Orð: Hannes Hafsteinn
Týtt: Símun av Skarði (1. og 3. ørindi) og Árni Jacobsen (2. ørindi)
Lag: Jógvan Waagstein

Skyggir um sólbjørt skørð
sólskinið niður á jørð.
Stavar á bleikan svørð,
sæst kyssa lygnisfjørð.

Fannir um tind og røð,
nælir í líð og í bø,
grønkandi bygdaløg,
súgar um nes og støð.

Fjallgyrda, fagra vík,
fosturlandsstøðum lík.
Vársólin veki teg,
várblóman teki teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin