Skygni

Orð og lag: Kári P.

kámir eru kostirnir títt kraftarverk brent út
kastiljós frá býartúnum skyggja á tín rút
varin firnast fyrstu fet sítt undangongubann
starir glerstoytt gríma inn í ongamannaland

eydnan sveimar einsamøll við strendur frætt er frá
har havið klárnar perlur glampa druknar spegilstrá
innilæstur longsul seg letur í sítt skrúð
endaleysar undanførslur ivast aftur nú

mánin gyllir gjárdaganna gloymdu eygnabrá
darrandi í sýnisglugga hongur syndaskrá
fótafimur flótti undan onkrum ongin sær
allastaðni útlendingur inst í sjálvum tær

sælurúsur gálgafreistur er tín gævustund
tregatungur sálarsangur rungar suður sund
njørðurin er naskur og norðanættin hvøss
óttin uttanduraður sum ævigt ferðagóðs

hinumegin ringvegin logar leiðarljós
ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós
og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar
alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag

FavoriteLoadingGoym tekstin