Skými

Petur Mohr Reinert
Orð og lag: Petur Mohr Reinert, Philip Reinert Ovenberg og Teresa Reinert Ovenberg

Tað skýmir inni
Mínir tankar bólta rút
Ei frið eg finni
So eg vil bert sleppa út
Tankar mala uttan mál og mið
Dreymar vevjast
Rópa bara tig
Eina lítla løtu
Gev mær frið
Tað er sum okkurt í mær
Bønar meg um grið

Tankar hála hart í meg
Ongin togar sama veg

Ahh ahh ah ah ahhh

Nú tyngist inni
Mær á sinnið bindur knút
Mær doyvist minnið
Og bert tevji mína sút
Ynski smildrast geva onga ró
Hugur berjist
Grópar
Tevjar blóð
Mær ei sál og sinnið binda frið
Doyvdir tankar skræða í meg
Fylgja ikki við

Bara hála hart í meg
Aldrin stillar leggja seg

Ahh ahh ah ah ahhh

Tað er sum okkurt
Í mær ei vil hava frið

Vilja ei eg fylgi við
Reiki uttan mál og mið

Ahh ahh ah ah ahhh

FavoriteLoadingGoym tekstin