Skýming

Heri NolsøeJóhannus á Rógvu Joensen
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

Skýming.
Dagurin er farin nú,
dimmið søkkur yvir land og hav,
sólin hon er farin í kav,
oh oh skýming.
Vakurt kvøld,
síðsta sólarglæman er fjarað burt,
stillið fyllir sál og sinn.

Skýming.
Myrkrið tekur vaktina,
sólarljósið biðjur góða nátt,
fjalist handan náttargátt,
oh oh skýming.
Blikastilt,
fjørðurin hann durvar í silvitni,
fjallatromin kámast burt.

Skýming.
Myrkrið tjørar loftið svart,
litbroytir hús og grøna urt,
fagrir litir viskast burt,
oh oh skýming.
Myrknar skjótt,
skýmingsløtan skilir dag og nátt,
leiðir inn um kvøldargátt.

Skýming.
Dagurin er farin nú,
dimmið søkkur yvir land og hav,
sólin hon er farin í kav,
oh oh skýming.
Vakurt kvøld,
síðsta sólarglæman er fjarað burt,
stillið fyllir sál og sinn.

FavoriteLoadingGoym tekstin