Skýmingsstund

Heri Nolsøe
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Harry Pease

Tá ið sólglæman søkkur í havið,
fánar dagurin burt- skýmingsstund,
eg á tindinum siti og droymi,
hoyri rødd tína, tó tú ert burt.
Eg hoyri tónaslátt,
í lotinum ein sang,
sum vekir vøkru minnini um teg.
Tá ið sólglæman søkkur í havið,
eg í einsemi hugsi bert um teg.

Mánalýsið á fjørðinum speglast,
kvøldarfriður um land og um hav,
her eg siti og útsýnið njóti,
dimmir tindar um glitrandi fjørð.
Eg hoyri tónaslátt,
í lotinum ein sang,
sum vekir vøkru minini um teg.
Mánalýsið á fjørðinum speglast,
eg í einsemi hugsi bert um teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin