Slættanes

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Sólin til viða gongur, søkir hav
Heiðafuglur vanur songur, dagur er av
Varðarnir føra okkum, trygt fram á mál
Vit gerast eydnusom og rík í sál

Har liggur gamla bygdin, avtofta er
Ringt var at finna hana, í eygsjón nú er
Varðarnir føra okkum, trygt fram á mál
Vit gerast eydnusom og rík í sál

Slættanes her liggur tú, ­so rein og føgur tú er
Bøurin grønur, fólk búleikaðust her
Men tíðir broyttust, fólk rýmdu burtur tá
Men enn her liggur tú og boðar frá

Tíðarhvarv er burtur runnið, hesaferð
Talar tú av egnum munni um aðra verð
Varðarnir førdu okkum ­trygt fram á mál
Vit gjørdust eydnusom og eym í sál

FavoriteLoadingGoym tekstin