Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur

Mikkjal á Ryggi
Orð: C.J. Boye
Týtt: Mikkjal á Ryggi

1. Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,
byrur og andróður skifta um høv,
silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir;
so er og ferð vár úr vøggu í grøv.
Friður ei er
í hesi verð;
vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.

2. Hugur vár skiftir sum veður og vindur,
væl dúkar seglið, tá eydnan er blíð,
stýrið og mastur brátt smildrast í sindur,
tá bilar dirvi í trongari tíð;
følin og veik,
fjáltrandi, bleik,
hjartkipt vit stara á stormanna leik.

3. Um so enn aldur í blikalogn branda,
tutla sítt kvæði frá fjøruni út,
óttast kann hjarta várt komandi vanda,
gleðin kann skifta til svíðandi sút.
Hvar kann eg dygt
hvíla meg trygt?
Havdýpið ikki á bjálkum er bygt!

4. Hav tó ei ótta, tú piprandi hjarta!
Hví manst tú stúra og falla í fátt?
Enn er tó ein, sum kann óveðrið harta,
stormur og havódn má lýða hans mátt.
Hvar tú enn fer,
hjá tær hann er,
trygdgóði Jesus, sum bjarging tær ber.

5. Søk hann tí, sál, meðan gleðin man valda!
Eydnan kann skifta; tó trygg er tín leið;
árar og akker í ódnum ei halda,
søk tí til Jesus, hann svíkur teg ei!
Stjørna hans hátt
lýsir á nátt,
trúmikla vón gevur megi og mátt.

6. Frelsari kæri, tá tú við mær fylgir,
frøist eg tvífalt um blikastill høv,
ræðist eg aldri tær brótandi bylgjur,
óttist enn ei fyri kaldari grøv.
Haldi eg stavn
fram í títt navn,
væl tú meg førir í himmalsins havn.

FavoriteLoadingGoym tekstin