Slatur

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Nú liggur ein kavafonn

1. Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag,
fegnast tað flýgur um nætur;
brátt vaknaði mangur til beiskan dag,
ið ikki gav eftir tí gætur.

2. Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag,
fegnast tað flýgur um nætur;
sum havhestur sprænir lýsi, tað
spýr eiturkynt, svíðandi hatur.

3. Tað herjar á sakleysar, sovandi menn, –
steingið øll hurðar um nætur! –
tí rovdjórið eigur flensandi tenn,
tá ið merkist í nándini matur.

4. Eg kenni ljótt gorrandi ravnaslag,
ið fegnast flýgur um nætur
og heldur átfund á rotnandi ræ:
tað er ormgitið níðingaslatur.

FavoriteLoadingGoym tekstin