Slóttur

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Vísulag (Vi hugge med kårde)

1. Tað lýsir um fløtur;
so leyp upp á fløtur
og longur ei ligg;
á høgætt í hoyna
hvør maður má royna
sín arm og sín rygg,
má streingja sín stirðil og stytta sín blund
og nýta við lít hvørja terrastund.

2. Tá sól tók at glíggja,
eg lyfti mín liggja
og setti hann á.
So hárhvassur var hann,
tað sannaði smæran,
avskorin hon lá.
“Sig, syrgir tú ikki, tú særda urt?”
“Nei, virðingin veksur, tá lívið er burt!”

3. Tað angar av grøði,
tað perlar á bøi,
á blomstri og strá,
á sveiggjandi ørmum
og sveittandi børmum,
á brún og brá;
hon ljómar um heiðar, hin leskandi døgg,
tey ljóða um teigar, tey teskandi høgg.

4. Og spønirnir brýna,
so eggjarnar hvína,
tað klingar um hógv;
og grasið hitt síða
av stúvnum man skríða
í líggjaskógv;
og sevið og sóljan, alt fellur í senn,
so kappfýsnir sláa teir sólbrendu menn.

5. Hygg! Hondin hin køna
væl orkar at øna
og stýra sítt stál;
lat ryggin enn pína,
ei ídni vil dvína
í treystari sál;
at spenna mína megi, mín ítarsta mátt,
tað nørir mína gleði, ger sinnið so kátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin