Smágentan og heimalambið

Orð: Louis Zachariasen
Lag: Jógvan Telling Joensen

1. Lítla lambið mítt,
leika líka frítt
tú, sum onnur lomb á bønum dansa.
Tá ið tún er turt,
spáka bæði burt
hagar, gular blómur gilið kransa.

2. Mjólk í lítla pott,
tað er líka gott,
sum at súgva mammuboppu sína.
Svarta mua mín
hevur mjólk til tín.
Tú skalt eiga stóru sólju mína.

3. Mjørki var í nátt.
Grasið veksur brátt.
Tá skalt tú sum stórur seyður eta,
verða stórt og prútt,
altíð líka trútt,
so eg kann meg niður hjá tær seta.

4. Stórur veðrur tá
verður tú at sjá.
Minst so til, at ikki mást tú stúta,
tí eg ræðist teg,
renni burt mín veg,
um tú fert við høvdinum at lúta.

5. Kom so, kom so, hopp!
Fá tær nú ein sopp!
Hygg, eg síggi sólin skínur longur!
Er hon ikki fín,
lítla dukka mín?
Sóljukransur søtt um høvur hongur.

6. Nú er veðrið blítt,
lítla lambið mítt.
Eingin vandi, veit eg, vegnum forðar.
Framá leiðin ber,
frí sum fuglaferð.
Sólin skínur bjørt um bjørg og skorar.

FavoriteLoadingGoym tekstin