Smálombini spæla

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Norskt vísulag (Fjeldbyggen agter på tiden)

1. Summardáar blóma í haga;
sóljur í royðugrøvum vaða,
hevja síni høvur
so føgur,
breiða út hvørt blað;
og tey lítlu mæ
eru nú so glað;
sól á skinnið skínur
og kínir
teimum blítt og ternusnertin týnir.

2. Hygg, hvussu glað og kát tey spæla!
Láta við sínum lítla hala.
Og so ymist litað
tey tita.
Summi svørt at sjá,
gulmut, hvít og grá,
reyð og morreyð fá,
flekkut og skørvut eru nøkur.
So vøkur
renna tey um ryggir og um røkur.

3. Kanst tú at skilja teirra talu,
hoyrir tú tey prísa síni sælu:
“Veðrið tók at blíðka,
og lýkka
hevur okkum gist;
roynið nú tann list,
hvør kann verða fyrst.
Út um rótakálið
er málið.”
Ruku tey av stað við ongum dráli.

4. Stuttligt var á leikin at líta.
Fyrst av øllum var hitt høvuðhvíta,
so eitt helsut, baklitt
so bragdligt
rann upp á ein heyg,
hinum av tað beyð;
stútaðust so tey,
royndu megi alla,
tó valla
nældu teimum knavar á skalla.

5. Spælið, spælið, smálomb við gleði!
Leikir geva fimi og megi.
Hvørt sum dagar fara,
tit læra
væl at vera føtt,
leypa kvik og løtt
yvir fjøll so brøtt.
Alt sum evnir røkjast,
tey økjast,
tíðliga skulu góðir krókar krøkjast.

FavoriteLoadingGoym tekstin