Eg smáttu veit á grønu ong

Símun av Skarði
Orð: Ókendur
Lag: Hans Jacob Højgaard
Týtt úr týskum: Símun av Skarði

1. Eg smáttu veit á grønu ong,
har fuglar syngja vakran song,
og hoyrist heimligt áarsuð,
tann smáttan rennur mær í hug.

2. Tvey hjørtu sláa inni har,
so trúgv sum trøll, so rein og kær,
so góðskufull alt uttan grið
í móðurbarmi, faðirs við.

3. Har inni eg í vøggu lá,
og fyrstu bøn eg lærdi tá;
har leikti eg í góðum frið?
mín fyrsta dreym eg droymdi við.

4. Um mær var boðin størsta høll,
og hon var skrýdd í gulli øll,
tó faðirs smátta mær er meir,
tí hon er einans, ikki fleir.

FavoriteLoadingGoym tekstin