Snjójólasamba

Orð: Árni Dahl
Lag: Flemming Laursen

Veturin líður, og brátt eru jól,
seyðurin krokar, nú leitar á ból,
men stundum er stilli, og sólin hon sær,
og tá er í huganum snýðið í tær.

„Snjójólasólskin á gøtu,
snjójólasólskin á fløtu,
snjójólasólskin og samba – hvat tá?
Frøa meg tvífalt, tá tú ert hjá!“

Við minnunum kæru um teg siti eg ,
og hugurin leitar sær villandi veg,
á kava er skæri, og smáfulgamongd
nú strevar sær molar í svárari svongd.

„Snjójólasólskin á gøtu,
snjójólasólskin á fløtu,
snjójólasólskin á fjalli
snjójólasólskin í hjalli
snjójólasólskin á tindi
snjójólasólskin í vindi
snjójólasólskin á hógvi
snjójólasólskin á sjógvi
snjójólasólskin og samba – hvat tá?
Frøa meg tvífalt, tá tú ert hjá!“

Summarið leið, tað var stutt, tykir mær,
men fløvandi fjálgt sum ein kossur frá tær,
og her siti eg skoði snjójólasól
og sakni teg tvífalt, tí brátt eru jól.

„Snjójólasólskin á gøtu,
snjójólasólskin á fløtu,
snjójólasólskin og samba – hvat tá?
Frøa meg tvífalt, tá tú ert hjá!“

FavoriteLoadingGoym tekstin