So álvarsamt Skriftin umtalar

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Meg droymdi at dómadagsmorgun
Viðmerking: Yrktur í 1989.

1. So álvarsamt Skriftin umtalar
tveir menn, – teirra lív ymiskt var;
Hon leggur ei fingrarnar millum,
men sannleikan vita tú fær’!
Hin ríki í veitslum sær válkar,
í skarlak og lín klæddur var;
í fagnaði, góðgæti livdi,
bert nørdi alt meira at sær.

Niðurlag: Á, vinur, sum lýður á sang mín, hvør álvarsamt hetta tó er!
Lat hetta at hjarta tær ganga, vend um áðrenn ov seint tað er!

2. Men har var ein fátækur maður,
og Lázarus nevndur hann varð.
Við ríka mans dyr varð hann lagdur,
tey tonktu: Har hjálp hann væl fær!
Har tráaði hann einans eftir,
– tó eingin gav far um hans tár,
at mettast av molum hins ríka,
men hundar bert sloktu hans sár!

3. Ein dagin hin fátæki doyði,
av einglum hann borin tá varð
í Ábrahams fang, men hin ríki
um somu tíð deyðsboð hann fær!
Í svárari pínu hann vaknar,
í glatan tá staddur hann var;
tá Ábraham langt burt hann hómar,
– í fangi hans Lázarus sær!

4. Hann “Á, faðir Ábraham!” rópar:
“Send Lázarus til mín við skund
at svala við vatn mína tungu,
og linna mær pínunnar stund”;
men Ábraham svarar: “Mín sonur,
tú elskaði bert hina verð,
tó Lázarus aldri tú hjálpti,
hann nú verður uggaður her.

5. Og harumframt er millum okkum
jú staðfest eitt dýpi so stórt,
at yvir um eingin kann koma,
tí Guð hetta so hevur gjørt.”
– “Eg eigi fimm brøður á lívi,
send Lázarus til teir við skund,
at ávara teir mót at enda
í hesari pínunnar grund”.

6. Men Ábraham svarar: “Teir hava
jú Móses, profetarnir við!
Teir lýði á teir, tí teir boða
jú vegin til frelsu og frið.”
“Á, faðir!” – hin ríki tá svarar:
“Um ein teirra deyðu bert kom
til teir, ja, tá mundu teir lurtað
og vent um frá glatanartrom”.

7. Men Ábraham svarar: “Um ikki
teir lýða á Mósesar orð,
tá taka teir ei heldur eftir,
um deyð teimum boða Guðs Orð.”
– Mín vinur, sum livir og lystir,
sum um eingin glatan er til,
vend um, áðrenn ov seint tað verður,
til Kristus, sum frelsa teg vil!

FavoriteLoadingGoym tekstin