So fjart har í vøggu

Orð: Hannes Flosason
Lag: Týskt fólkalag

So fjart har í vøggu, so fagur at sjá,
mín frelsari góður í hoynum har lá,
og stjørnurnar ljómaðu og lýstu har inn,
har liggjandi í vøggu svav frelsari mín.

Og dýrini vakin hann umgyrdu øll,
og umstøður broyttust til skínandi høll.
Og verð hjá mær, drottur, og vak yvir mær,
so villist eg ikki heilt burtur frá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin