So fórt tú inn um grindina

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Vísulag (Nú liggur ein kavafonn tindi á)
Viðmerking: Yrktur við deyða Símunar av Skarði í 1942.

1. So fórt tú inn um grindina,
tað lýsir í fótafari.
Sannur og sterkur í verki tínum
vart tú, Símun av Skarði.

2. Føroyar áttu ei frægari son,
tað fara øll at sanna –
sinnisríkur og fevnandi vítt
og serstakur millum manna.

3. Borin tú vart undir Kunoyar fjøllum
í Norðhavsins mikla veldi,
fostraður upp við djúpum søgnum
um ljósið, sum myrkrið feldi.

4. Bygdi tú borg fyri hesa tjóð,
og henda borg fer at standa.
Valla verður av grundum tikið
virkið, borið av anda.

5. Nú verður fátt undir merkisstong,
har fækkast, sum dagar líða,
tó er at standa, sum tú hevur staðið,
og vaka, verja og stríða.

6. Høvdingar falla, tó fylking ei
má gloyma stavnin at verja.
Lítið maktar tað ørnaslag,
sum letur seg fanga og skerja.

7. Føroyar áttu ei betri son,
sanna tað, kvinna og maður.
Verk títt voldi, at her í niðu
aftur tendraðist dagur. –

8. Stinnur fórt tú um grindina,
tað lýsir í fótafari. –
Føroyingar drýpa høvur í tøgn:
Teir takka tær, Símun av Skarði.

FavoriteLoadingGoym tekstin