So harður er streymur

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Vísulag (Óla Hvass)
Viðmerking: Yrktur til fólkafund í Nólsoy jóansøkuaftan í 1895.

1. So harður er streymur
í Føroya firði,
við lúrandi stormi og tvørum byri,
so leikar í Føroyum;
tað skiftandi stríð
herðir ungdómin og ger sinnini frí
og lívlig í Føroyum.

2. Her fólkið samlast á fundum fegin,
her kenningar møtast, her nørist gleðin
hjá fólki í Føroyum;
og minnini góð
berast lættliga fram, gera sinnini fró
og lívlig í Føroyum.

3. Firðir og fjøll ei ferðini forða,
unglingar lættir um heiðarnar spora
til funda í Føroyum,
og bátarnir við
skera rennandi streym, føra fólkalið
til funda í Føroyum.

4. Hvør er á fundum so hjartans fegin
– av kinnum og eygum lýsir gleðin –
sum gentan í Føroyum?
Ja, fólkið hon ger,
sum kundi tað fevnt ta víðu verð,
so fegið í Føroyum.

5. Hin gamli, sum fyrr var stirvin og tungur,
hann verður so lætt, sum var hann ungur,
á fundum í Føroyum.
Tað ungdómslív
ger abbar og ommur sum ungu vív
so lívlig í Føroyum.

6. Tí samlist nú hvør, sum samlast kann,
ung og gomul, kvinna og mann,
til funda í Føroyum.
Tað sagt er mær,
mangt hugnaligt ber hvør aftur við sær
av fundum í Føroyum.

7. Sjálvt barnið, sum styðjast við móðurlið,
førið tit tað á fundir við
at venjast í Føroyum
til fólkasið,
so lærir tað nakað so við og við
at virka í Føroyum.

8. Og teir, sum ikki ómakin spara,
men fúsir um fjøll og firðir fara
til funda í Føroyum,
teir fremja tað verk,
sum birtir ljós, ger evnini sterk
og lívlig í Føroyum.

9. Um einhvør er enn, sum á fund ei flytur,
men stirvin og stúrin heima situr
av monnum í Føroyum,
vit hopa tó tað,
at nú líður fram til kláran dag
hjá øllum í Føroyum.

FavoriteLoadingGoym tekstin