So herligt

Orð: Sjúrður Gullbein
Lag: Jákup Veyhe
Viðmerking: Kappróðrarsangur hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum varð yrktur í 2013.

Gev mær megi og menn, gev mær sterkastu sveinar, allar í senn;
gev mær kvinnur og fljóð, gev mær ævigar aldur og summarsins ljóð.
Einki fjas, einki bøvl, einki ljósareytt tvætl, einki ómansligt vrøvl;
einki snikk, einki snakk, einki sussandi, svassandi tvass, annars takk.

So herligt at strúka um havið,
so herligt at strúka um havið,
so herligt at stríðast og kempa saman við tær,
so herligt at strúka um havið.

Gev mær sveitta og saft, gev mær froðandi fjørðin, árar og kraft;
gev mær gríslandi tenn, gev mær sjóvátar kvinnur og saltsprongdar menn.
Eg vil kroppar undir kav, eg vil skúmandi aldur um blánandi hav;
eg vil megi og mátt, eg vil eldin og sálina, karvandi rátt.

So herligt at strúka um havið,
so herligt at strúka um havið,
so herligt at stríðast og kempa saman við tær,
so herligt at strúka um havið.

Gev mær sigrar og steyp, gev mær láturin, smílini, søgur og reyp;
gev mær smeitir og sár, gev mær ódnina, vreiðina, pínslur og tár.
Eg síggi eg kroppar undir kav, eg síggi skúmandi aldur um blánandi hav;
eg síggi megi og mátt, eg síggi eldin og sálina, karvandi rátt.

So herligt at strúka um havið,
so herligt at strúka um havið,
so herligt at stríðast og kempa saman við tær,
so herligt at strúka um havið.

FavoriteLoadingGoym tekstin