So hugnaligt og so fagurt er

Orð: N.F.S. Grundtvig
Lag: C.E.F. Weyse
Týtt: Jóannes Patursson

1. So hugnaligt og so fagurt er
við vini sínum á samleið vera,
tá gleði tvífalda gleði ber,
og sorgin ikki so ilt vil gera.
Ja, tað er gaman
:,: at ferðast saman, :,:
tá ástarglæman
:,: í fylgi er. :,:

2. So gott og fagurt tað lívið er,
hvar sátt og semjing til húsa veldur,
og trygdin vinanna byrðar ber,
og hvørt á samleið blítt annað heldur.
Ja, tað er gaman
:,: at ferðast saman, :,:
tá friðarglæman
:,: er trygdum bygd. :,:

3. At líta á so vælsignað er,
at eiga Harran, sum øllum ræður,
sum oss ei gloymir á vári ferð,
hvørs miskunn røkkur um allar ævir.
Ja, tað er gaman
:,: at liva saman, :,:
har trúnarglæman
:,: er bjørt og sterk. :,:

4. So tungt tað er, tá ið skiljast skal
hjá teim, sum fegin í fylgi vóru,
men lov Guð fái, í himnasal
vit møta teimum, sum undan fóru.
Tað er tó gaman
:,: at ferðast saman, :,:
tá vónarglæman
:,: ber himni at. :,:

5. Tey hjún, sum leið sína halda her
í Harrans navni við kærleik’ sonnum,
tann roynd ei svitast á teirri ferð,
sum roynd er av øllum kristnum monnum,
at tað er gaman
:,: at ferðast saman, :,:
tá kristniglæman
:,: hvørt lýsir spor. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin