So klappa vit

Heri Nolsøe
Orð og lag: Heri Nolsøe

Vit klappa øll í takt
og telja upp í trý
og hyggja inn í eyguni
og smílast øll so blíð.

Vit klappa øll í takt
og telja uppí trý
og hyggja inn í eyguni
og smílast øll so blíð.
Og svinga høgra bein,
ja, vinstra svingar við
og so við báðum beinunum,
vit loypa lið um lið.

Vit renna øll um kapp
og “lakka paradis”.
Viðhvørt vit sita pinnastill,
tað hoyrist einki kis.
Og aðrar tíðir reiggja vit
og nøkur hoppa band
og onkuntíð so lofta vit
og onnur grava sand.

Men nú klappa vit í takt
og telja uppí trý
og hyggja inn í eyguni
og smílast øll so blíð.
Og svinga høgra bein,
ja, vinstra svingar við
og so við báðum beinunum,
vit loypa lið um lið.

Men nú klappa vit í takt…
Vit renna øll um kapp…
Men nú klappa vit í takt…

FavoriteLoadingGoym tekstin