So langt eg kann minnast so havi eg hoyrt

Orð: Líggjas á Váli
Lag: Knut Røhr-Staff

1. So langt, eg kann minnast, so havi eg hoyrt
um náði og frelsu og frið,
um Gud, sum sín Son gav í okkara stað
og altíð er við vára lið.
So nógv, sum eg hoyrdi, so helt eg tó tað,
at hetta var ei fyri meg,
at hetta galt onnur, sum livdu í synd
og tí máttu umvenda seg.

2. Men tøkk fái Gud, at ein dagur upp rann,
tá hann vildi vísa mær tað,
at leiðin, eg gekk, var ein undirgangsleið
og bar mót fortaping ein dag.
Hann vísti mær tá út á Golgata heyg,
hvør søt var tann sjónin at sjá:
Guds Sonur hekk har undir mínari synd,
øll skuldin varð út strikað tá.

3. Eg fell har á knæ, og mín tunga varð loyst,
eg tilbað mín Harra og Gud,
sum strítt hevði stríðið og tikið mítt pláss,
og frelsan har fall mær í lut.
Mong ár eru liðin, men vitna eg skal,
at hann er mín klettur, mín borg,
hann leiðir, hann fylgir, hann varðar mín fót,
ein vinur í gleði og sorg.

4. Hvør signað at vita, at leiðin nú ber
mót lívsins, tí æviga stað;
øll tey, sum í trúgv hava litið á hann,
har frelst skulu standa ein dag.
Mín vinur, sum enn stendur ivandi her,
tær tørvar eitt einasta stig,
tak móti Guds Soni, kom lít á hans blóð,
hann gevur tær frelsu og frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin