So lukkuligt tað barn

So lukkuligt tað barn,
av hjarta siga kann:
“Eg trúgvi, Jesu dýra blóð
til frelsu mína rann”!

So lukkuligt tað barn,
ið hoyra vil Guds orð,
sum trýr Guds evangelium
og velur vísdóms spor!

So lukkuligt tað barn,
ið tíðliga læra kann!
Guds vilja gera fram um sín
og altíð æra hann!

Tann lukka ognist mær!
Tann lutur verði mín!
Eg trúgv, Jesus, nú á teg,
eg gevi meg til tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin