So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (5. mars 2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur okkurt um 1960, broyttur í 2007.

So mangan eg síggi, at bylgjurnar bróta,
at far mítt kann søkka, og trúgvin man tróta.
Eg standi og stari við bivandi hjarta,
nær hann til mín kemur, ið stormin kann harta.

Tá brotini miklu frá grunni seg skjóta,
tá er tað ei gaman við báti at flóta.
Men ein er tó trygdin, mín vón og mín vegur,
at Frelsarin tryggur í bátinum svevur.

Tá ódnirnar leika, og stormarnir súsa,
og ófrættabylgjan várt lívsfar vil knúsa,
tá rópa á hann, sum í skutinum svevur,
straks ódnin umskiftist til fagrasta veður.

Men brýtur enn ógævis brotið frá grunni,
so borðini brotna, og lívið er runnið.
Tá Jesus hjá neyðstøddum monnum vil vera
og heima hjá tykkum, sum sorg mega bera.

Kann vera hann drálar, tó altíð hann kemur,
í ivandi hjørtum hann undurverk fremur.
Hann vantrúgv og ótta úr sinninum rekur,
so trúgvin í hjartanum bústað sín tekur.

Hví tora vit sigla, har ódnirnar valda?
um ongan vit lata í róður várt halda?
Tað eru jú einans tær krossfestu hendur,
ið stýra oss kunnu til himmalsins strendur.

FavoriteLoadingGoym tekstin