So mangan lesur tú um Jesu undurverk

Orð: Ingvar Nilsson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. So mangan lesur tú um Jesu undurverk,
um hvat Hann gjørdi og hvat Hann lærdi;
men les enn einaferð og far á knø í bøn,
so skalt tú síggja: Tað hendir enn.

Niðurlag: Tað hendir enn, um bert vit biðja;
ja, um vit trúgva, tað hendir enn.
Guð svarar bøn og Hann ger undur;
ja, undur henda av sonnum enn.

2. Ein dag, Hann var á ferð, Hann kom til Náin,
tá einum líkfylgi har Hann møtir.
Ein neyðars einkja sín einkarson bar út,
men Jesus reisir hann upp til lívs.

3. Tá Jesus risin upp til Himmals aftur fór,
Hann gav eitt lyfti um Andans gávu.
Teir savnaðust til bøn og sungu lovsong,
tá hendi undrið og Andin fall.

4. Í dag tú lesa kanst um tað sum tá fór fram,
um eina veking sum skakaði hvønn bý.
Tá vórðu frelst og doypt trý túsund bert ein dag,
tað vóru tíðir tá eldur brann.

5. Tó størst av hesum er, at menniskju í neyð
enn finna frelsu, útfrían, hvílu.
Meg minnist enn hin dag, tá har við Golgata
mín sál varð tváað í Jesu blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin