So mangan myrkt er mansins hjarta

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 17. september 2007.

So mangan myrkt er mansins hjarta,
tí sorg og stúran loka leið,
og syndin kenst sum myrkrið svarta,
so dagsins ljós tú tekkir ei.
Men er enn alt hin myrka nátt,
tó, mødda sál, fell ei í fátt!

Tí tað er ein, ið borið hevur
alt tað, ið tyngir vára veg,
hann lív og lætta øllum gevur,
ið syndanívd her kenna seg.
Hann koyrir ongan burt frá sær;
men hvíld og frið hvør møddur fær.

Hann grøðir allar sóttir várar
og byrðar lættir herðum av;
hann fyrigevur syndir svárar,
ja, søkkir tær í djúpa hav.
Tí skuldabræv várt kvittað varð,
tá Kristus heimsins syndir bar.

Tí kann ei nakað børn hans saka,
sum leggja lívið í hans hond.
Hvønn dag hann yvir teim vil vaka,
teim halda fast hans kærleiks bond.
Nei, einki her oss skilja skal
frá honum, sum alt gjørdi væl!

Tí, stúrin sál, lat hann teg leiða
og fylg tú fótasporum hans.
Ei betri vin tú her kanst eiga;
hann fylgir tær til himnalands.
Takk, kæri Krist, vit prísa tær,
tí deyði tín oss lívið bar!