So mangan um hin fagra stað eg hoyrdi

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Árni Jacobsen

1. So mangan um hin fagra stað eg hoyrdi,
eg ivaðist, um sannleiki tað var,
og um slík dýrd í Himli kundi finnast,
eg ivaðist, at rúm var fyri mær.

Niðurlag: Himmalin,
(tað eitt undur er, at)
Himmalin,
(har mítt bústað er,)
tráan mín er skjótt at vera har.
Himmalin,
(har mítt stavnhald er,)
Himmalin,
(har mín leið nú ber,)
brátt ein dag eg eri har!

2. Eg undraðist, at har eg kundi koma
við vinunum, sum her eg gleddist við.
Tá skilti eg, at Jesu verk á krossi
var fyri meg – tað gav mær sannan frið.

3. Um perluportrið skjótt ein dag eg fari,
hvør óloyst gáta tá skal fáa svar.
Av sonnum eg ein lovsong tá skal syngja,
tí Jesus, Frelsaran, mítt eyga sær.