So ofta eg droymt havi dreymar um landið

Orð: Reidar Holberg
Týtt: Kajfinn Hammer

1. So ofta eg droymt havi dreymar um landið
har Jesus og einglarnir nú halda til;
og mangan eg ynskti sum fuglur at flogi
til Himmalin – hagar sum Hann er eg vil!

2. Eg stundum var hugtungur, kendi ei gleði,
á Jesus eg rópti: Vilt Tú heinta meg!
Eg ynski, at Tú skjótt vilt koma og føra
til landið meg heim, har Tú vísti mær veg.

3. Ja, soleiðis sat eg so mangan og droymdi,
eg var ikki gamal, ein óviti bert!
Teir dreymarnir skiftu og broyttu seg síðan,
men himmalski dreymurin aldri forferst!

4. Tonk, saman við Jesus í Himlinum vera
og hoyra har Hansara eymligu reyst;
og saman við mammu og pápa og øðrum,
eg prísa skal Honum, meg elskaði mest.

5. Skjótt Jesus skal koma, Hann Síni tá heintar,
sig, vilt tú mín vinur ei tá vera við?
Lat blóðið teg reinsa, Hann eftir tær bíðar,
gev Jesusi hjartað, tá finnur tú frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin