So snimma eg teg sanna Gud mín kendi

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 7.mai 2007.

So snimma eg teg sanna Gud mín kendi
sum skapara og himnafaðir mín,
og son tín, Krist, sum tú til jarðar sendi
at fremja mikla frelsugerning tín.
Ei nakar annar Gud er til,
tað Halgi Andi okkum boða vil.

Við Jesusi Guds vilji fram varð borin
í hvørjum orði, hann um varrar bar,
tí Kristus eitt við faðirin er vorðin,
og lívsins orð her øll hans tala var.
Tí eiga øll børn frelsarans
at verða verandi í halga orði hans.

Av góðsku Guds og eftir Kristi orði
í skírnini vit vórðu endurfødd.
Krist náðar oss við halga altarborðið,
við deyða hans vit eru vorðin grødd.
Hjálp, at vit Guds orð gloyma ei,
men føst í trúnni liva alt várt æviskeið.