So stillan Jesus gongur

Orð: Kingo
Týtt: Elsa Bærentsen

1. So stillan Jesus gongur
fram til sín svára dag,
um yvir honum hongur
eitt døkt og krossað træ.

2. Um guddómsvitskan sigur
frá krossi og frá neyð,
til alt hann tolin tigur
og vil, sum Harrin beyð.

3. Við fríum, reinum sinni
hann móti deyða fer,
men veit tað innast inni,
at ferðin sigur ber.

4. Her er hann, sum vil loysa
úr syndum teg á mál,
her er hann, sum vil oysa
tær troyst í rædda sál.

5. Her er hann, teg vil eiga,
ein góðska heil og góð,
her er hann, teg vil leiða,
tí má hann sveitta blóð.

6. Má tindakrúnu bera
og dapurt háðarlín,
so fegin vil hann vera
um ævir drottin tín.

7. O, Jesus, um eg kundi,
sum eg so fegin vil,
tær heiðurskransar bundið,
tað hjálpi tú mær til.

8. So fegin klæði míni
eg breiði á tín veg,
í tøkk við hinum tríni,
sum vilja elska teg.

9. Eg beri mínar pálmar,
tær Harri Jesus Krist,
og syngi mínar sálmar,
tú hoyrir teir so vist.

10. Várt hosianna ljóði,
tit einglar syngið við:
Vinn deyðan, Jesus góði,
vinn okkum lív og grið.

FavoriteLoadingGoym tekstin